![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Í farnu viku meldaði grønlendski fólkatingslimurin, Aki-Matilda Høegh-Dam, seg úr flokkinum Siumut. Í dag hevur hon so meldað seg inn í flokkin Naleraq.
Tað váttaði hon fyri grønlendska kringvarpinum, KNR.
Hon váttar eisini, at hon stillar upp fyri Naleraq til á valinum til landstingið, Inatsisartut, 11. mars.
- Eg kenni á mær, at hetta er tað rætta. Tí eg sleppi ikki mínum virðum, men hinvegin finni eg tey aftur, og eg vendi aftur til nakað, sum eg havi saknað, segði Aki-Matilda Høegh-Dam við KNR.
Hon greiðir frá, at hon um vikuskiftið hevur hugsað seg væl og virðiliga um, og at hon so í gjár sendi formanninum Naleraq eina umbøn um limaskap. Hereftir fekk hon boð um, at leiðslan í flokkinum skuldi viðgera fyrispurningin. Í dag gjørdist tað so alment, at limaskapurin er góðkendur, og eftir at hon nú hevur goldið limagjald, kundi hon boða frá, at hon eisini stillaði upp til Inatsisartut.
Upp á spurningin hvussu Naleraq er betri tá tað snýr seg um grønlendskt sjálvstýri, svarar fólkatingslimurin, at hon hevur ansað eftir, at Naleras “er ektað Siumut”.
Unnustin enn limur í Siumut
Unnusti hennara, Kuno Fencker, er eisini politikari og, situr í Inatsisartut sum eykamaður hjá Siumut.
Kuno Fencher hevur eisini funnist at drálandi støðuni hjá flokkinum til sjálvstýrisspurningin, men hann er enn limur í flokkinum. Kjakið tagnaði eitt sindur eftir at floksformaðurin, Erik Jensen, hósdagin kunngjørdi, at Siumut er sinnað at seta ferð á sjálvstýrisgongdina og seta eina serliga grein í sjálvstýrislógini í gildi, sum skal slóða fyri hesum, og skipa fyri fólkaatkvøðu um spurningin.
Kuno Fencker umhugsar tí enn sína framtíð í Siumut, skrivar KNR.
Fekk gott fólkatingsval
Aki-Matilda Høegh-Dam situr í løtuni sína aðru setu á fólkatingi, umboðandi Siumut. Tá hon varð afturvald í 2022 næstan tvífaldaði hon persónliga atkvøðutal sítt. Hon fekk ikki færri enn 6.655 atkvøður, sum svarar til ein triðing av øllum atkvøðunum á valinum.
Á sumri 2023 stillaði hon eisini upp til forfólkavalið í Siumut, men tapti tá móti Erik Jensen.
Kuno Fencker fekk 66 atkvøður á seinasta vali til Inatsisartut, har hann í løtuni situr sum eykalimur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald