Innanlands

Høgni fór ikki vegna rumbli hesa vikuna

Avgerðin er tikin fyri einari tíð síðani, og ting- og landsstýrismanningin hjá Tjóðveldi fekk boðini í Hoyvík fyri tveimum vikum síðani, sigur nú fyrrverandi formaðurin

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

2024-10-25 20:58 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ein av mest umrøddu persónunum í Føroyum seinastu stóru 30 árini síðani hevur í kvøld takkað fyri seg sum formaður í Tjóðveldi. Høgni Hoydal var næstlongst sitandi floksforfólki eftir Jenis av Rana.

Nú 58-ára gamli hoyvíkingurin hevur av sonnum myndað føroyskan politikk, og hann heldur í øllum førum fyribils fram sum Tjóðveldismaður og landsstýrismaður í Uttanríkis- og Vinnumálum.

Avgerðin at gevast er ikki spildurnýggj - hóast tað uttanfrá kann síggja út sum, at støðan viðvíkjandi misáliti á Ingilín Strøm og tveimum tjóðveldisfólkum fyri tí kann hava skúgva undir Høgna Hoydal. Heldur var hetta nær við at hella tað hinvegin aftur sambært manninum sjálvum.

- Eg hevði ætla at gjørt hetta í friðartíð, og eg umhugsaði eftir støðuna í tinginum í gjár at broyta hugsan. Men eg standi fast. Eg gevist sum formaður hjá Tjóðveldi

Hetta segði Høgni Hoydal í Degi og Viku í kvøld har hann almannakunngjørdi sína avgerðini - eina avgerð sum fleiri fólk hava vitað um í nakrar vikur.

Sí eisini: Gingu móti floksleiðsluni og aðalstjórnini

Høgni Hoydal avdúkaði í serstøku samrøðuni, at tað er eitt sindur síðani - ein rúm tíð liðin - at avgerðin um at fara frá er tikin. Hendan avgerðin hevur floksleiðslan fingið boð um, løgmaður Aksel V. Johannesen og forkvinnan í Framsókn Ruth Vang hava eisini fingið tað at vita, og fríggjadagin 11. oktober bjóðaði Høgni Hoydal ting- og landsstýrismanning floksins niðan til sín í Hoyvík.

Har kunnaði maðurin, sum hevur sitið í sessinum í 24 ár, um støðuna. Hetta váttar tinglimur Eirikur í Jákupsstovu, tinglimur, í Facebook-uppslagi í kvøld, har hann skýrir fyrrverandi formann sín sum ein oddvita.

[object Object]
Høgni Hoydal og Eirikur í Jákupsstovu í Hoyvík ta kvøldið, tá formaðurin kunnaði um sína avgerð (Mynd: Eirikur í Jákupsstovu)

Spurningurin er so nú, hvat hendir í Tjóðveldi. Flokkurin hevur ikki staðið seg so væl til seinastu valini, og afturgongdin í veljarakanningunum er eisini stór.

Sirið Stenberg er fyribils forkvinna. Eitt nýtt forfólk verður endaliga valt á eyka flokstingi um átta dagar.

Sí eisini: Tjóðveldi fær nýtt forfólk 2. november

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder