Høgni Hoydal, fiskimálaráðharri, hevur í vikuni verið á altjóða ráðstevnu um kriminalitet í fiskivinnuni. Á ráðstevnuni, sum var í ST-býnum í Norðhavnini í Keypmannahavn, vóru framløgur og orðaskifti um ólógligan fiskiskap og onnur brot og svik í handli við fiski. Umboð fyri fleiri lond í heiminum og millumtjóða felagsskapir vóru við á ráðstevnuni.
Í røðu síni legði Høgni Hoydal fyri við at vísa til samstarvið millum stórhavstjóðir (Large Ocean Nations, LON), sum byrjaði í smáum í 2015, og sum Føroyar síðani tá hava havt ein virknan leiklut í at menna. Í oktober í fjør vóru Føroyar við til at skipa fyri ráðstevnu á Malta um bláan vøkstur. Á hesi ráðstevnu vóru framløgur og orðaskifti um royndirnar hjá stórhavstjóðum í stremban teirra at virka fyri bláum vøkstri – at fáa vaksandi og nýtt virði úr øllum livandi tilfeingi úr sjónum. Londini, ið vóru við á Malta, vóru Føroyar, Ísland, Noreg, Grønland, Seyskelloyggjar, Móritius, Kabo Verdi, Sao Tomi og Prinsipi, Papua Nýguinea, Vanuatu, Grenada og Malta. Ein liður í samstarvinum var eitt tiltak á FAO fundi í Rom í juli í ár, har dentur var lagdur á “blue fashion”, t.d. at gera klædnapløgg burturúr fiskaskræðu.
Næsta stigið í samstarvinum er, at í september 2019 verður skipað fyri ráðstevnu í Føroyum um bláan vøkstur og samstarv millum stórhavstjóðir.
Høvuðsevnið á ráðstevnuni í Keypmannahavn var tvørtjóða kriminalitetur í altjóða fiskivinnuni.
Mett verður, at okkurt um 20 prosent av øllum fiski og fiskavørum, ið eru á marknaðinum, eru fiskað ólógligt. Ein varislig meting sigur, at árliga hvørvur eitt virði upp á 23,5 milliardir amerikanskar dollarar í ólógligum, óskipaðum og ófráboðaðum fiskiskapi.
Ólógliga virksemið umfatar nógv ymisk lógarbrot í allari virðisketuni í fiskivinnuni bæði á sjógvi og á landi. Umframt ólógligan fiskiskap er talan um skjalafalsan, skattaundandrátt, korrupsjón, pengatvátt, ólógligan menniskjahandil og brot á mannarættindini. Ólógliga virksemið er víðfevnt. Tað fer vanliga fram tvørtur um landamørk og er oftani væl skipað.
Hetta virksemið er serliga ein stórur trupulleiki hjá smáum viðbreknum oyggjasamfeløgum við stórum havleiðum á sunnaru hálvu. Tað skaðar búskapin, avskeplar marknaðir, og máar støðið undan stovnsrøkt og ger, at tað, ið fiskiríkidømið kastar av sær, ikki kemur fólkinum á staðnum til góðar.
Høgni Hoydal vísti í røðu síni á, at heimssamfelagið eigur at viðurkenna, at tvørtjóða kriminalitetur í fiskivinnuni er ein stórur trupulleiki.
Fyri smá oyggjasamfeløg, sum mest dúva uppá tað, ið havið gevur, er tað týdningarmikið at basa ránsveiðu og øðrum ólógligum virksemi í fiskivinnuni. Útflutningur av fiski og fiskavørum hevur alt at siga fyri búskapin og matvørutrygd hjá hesum londum. Handil við fiski og fiskavørum er globalur, og ólógliga virksemið fer fram tvørtur um landamørk. Tí er millumtjóða samstarv fortreyt fyri at basa ólógliga virkseminum.
Høgni Hoydal endaði við at siga, at lond eiga at ganga saman um munagóðar atgerðir fyri at basa altjóða kriminaliteti í fiskivinnuni. Vit skulu forða veiðitjóvum at stjala úr okkara matkova og at máa støðið undan øllum royndum at skipa burðardyggan fiskiskap og matvørutrygd kring um í heiminum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald