Hóast Mentamálaráðið er klovið í tvey og nú hevur tvey landsstýrisfólk, fer hetta ikki at kosta meira í landsstýrismannalønum.
Tað vísir svar upp á fyrispurning, sum Portalurin hevur fingið frá Løgmansskrivstovuni.
Hanna Jensen sum er vorðin landsstýriskvinna í skúlamálum fær vanliga landsstýrismannaløn frá 1. mars at rokna, og hóast Høgni Hoydal, sum frammanundan er landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur fingið víðkað málsøki við mentamálum, verður hansara løn óbroytt.
Nýggi landsstýrismaðurin í mentamálum fer sum skilst at vera í Mentamálaráðnum onkran dag um vikuna.
Landsstýrismannalønin liggur upp ímóti 70.000 krónum um mánaðin.
Býtið í Mentamálaráðnum
Hanna Jensen, skúlamál
Miðnámsútbúgvar
Børn og dagstovnar
Vaksnamannalæra
Hægri útbúgvingar
Fólkaskúlin
Gransking
Høgni Hoydal, mentamál
Kirkjumál
Ítróttur
Mentan
Miðlar
Søvn
List
Les eisini: Tjóðveldi kundi gjørt krav upp á væl meira
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald