Innanlands

Høgni Hoydal hitt íslendska forsetan

Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum varð í gjár boðin at heilsa uppá forsetan, Hallu Tómasdóttir

2024-10-19 20:52 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, varð í gjár boðin til íslendska forsetasætið, Bessastaðir, at heilsa uppá forsetan, Hallu Tómasdóttir, sum tók við embætinum, sum forseti Íslands, 1. august.

Forsetin og landsstýrismaðurin kunnaðu sínámillum um annaðhvørt politisku støðuna í Íslandi og komandi valið, sum er ásett at vera síðst í november, umframt føroysk viðurskifti og hvørji mál eru á politisku dagsskránni í Føroyum.

Felags áhugamálini millum vinartjóðirnar eru mong, og hesi vórðu eisini umrødd.

Eftir forsetavalið í Íslandi í summar, beyð løgmaður Hallu Tómasdóttir, forseta, til Føroya á almenna vitjan.

Uttanríkis- og vinnumálaráðið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder