Innanlands

Høgni Hoydal misti flestar atkvøður

Formaðurin í Tjóðveldi hevði vánaligasta valið síðani hann stillaði upp fyri fyrstu ferð í 1998

Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, í løgtinginum fyrrapartin. Hann vísti á Aksel V. Johannesen sum samráðingarleiðara (Mynd: Sverri Egholm)

Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, í løgtinginum fyrrapartin. Hann vísti á Aksel V. Johannesen sum samráðingarleiðara (Mynd: Sverri Egholm)

2022-12-12 19:33 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Høgni Hoydal var tann av av teimum 33 tinglimunum aftaná løgtingsvalið, sum mesti flestar atkvøður í mun til farna valskeið.

Formaðurin í Tjóðveldi hevði nevniliga sítt vánaligasta val síðani hann stillaði upp á fyrsta sinni í 1998, og kom inn við 1562 atkøðum.

Á valinum í 2019 fekk Høgni Hoydal 1208 atkvøður, men fekk á løgtingsvalinum 8. desember bara 760 atkvøður - 448 atkvøður færri.

Hann er toppskorarari í Tjóðveldi, men tað er ikki meira enn akkuát. Bjørt Samuelsen fekk eina atkvøðu færri, og tá fínteljingin er gjørd, kann hetta broytast.

Ruth Vang vann flestar atkvøður í mun til valið seinast. Hon fekk 716 atkvøður fleiri enn í 2019.

Síggj tølini niðanfyri:

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder