- Vit stilla upp, tí vit vilja vera tann fullveldisrøddin, sum allatíð talar fyri, at einasta framtíðarstøðan hjá Føroyum og ímillum Føroyar og Danmark er, at Føroyar verða stovnaðar sum sjálvstøðugt land.
Tað sigur Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, eftir tíðindafundin hjá flokkinum í dag, tá valskráin til fólkatingsvalið varð løgd fram. Boðað var frá, at flokkurin bæði til fólkatings- og løgtingsval við máli um, at fleiri málsøkir skulu flytast til Føroyar og at síðstu fetini á fullveldisleið skuldu takast.
- Tað eru eini seks mál eftir hjá føroyska fólkinum at taka ræði yvir. Tað eru fyrst og fremst mál, sum hava við løgreglu, rættarskipan, uttanríkis- og verjupolikk at gera, staðfesti formaðurin hjá Tjóðveldi í framløgu á tíðindafundinum.
Men tá fólkatingsarbeiðið og løgtingsarbeiðið verður samantvinna, er fólkatingsarbeiðið so tengt at, at Tjóðveldi fær vald í Føroyum?
Katrin Kallsberg legði á tíðindafundinum fram um hvussu var at stilla upp á fólkatingsvali fyrstu ferð
- Tað gevur altíð meining, at Føroya fólk fær møguleika at taka støðu til, hvørja leið vit skulu ganga. Vit meta altíð fólkatingsvalið at vera eitt val, um hvørt vit skulu ganga sambandsleiðina ella skulu vit ganga okkara leið og skipa Føroyar sum sjálvstøðuga tjóð, sigur Høgni Hoydal í samrøðu við Portalin eftir tíðindafundin.
- Hinir flokkarnir fara at drukna í donskum politikki og donskum flokkum, meðan vit vilja varpa ljós á føroysku tjóðarrættindi og tjóðskaparrørsluna, sigur Høgni Hoydal, sum tó leggur dent á, at valdið í Føroyum altíð skal liggja í løgtinginum. Fólkatingsumboð kann bara arbeiða fyri at tryggja júst tað.
- Vit fara ikki at taka avgerðir vegna Føroya fólk á fólkatingi. Vit vilja bara staðfesta rættin hjá føroyingum at taka avgerðir, sigur Høgni Hoydal, sum sipar til at Tjóðveldi fer at arbeiða fyri at staðfesta føroyska sjálvsavgerðarrættin.
Ikki blátt og reytt - men blátt, reytt og hvítt
Tá fólkatingsvalið hevur verið, er spurningurin altíð, hvussu stóra ávirkan føroysku umboðini kunnu fáa. Føroysku umboðini kunnu gerast tungan á vágskálini, tá stjórn skal skipast í Danmark. Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin hava boðað frá, at teir stuðla ávíkavíst einari reyðari og bláari stjórn í Danmark. Men Tjóðveldi hevur altíð havt ta støðu, at flokkurin ikki stuðlar nakrari stjórn í Danmark, men at flokkurin í einari samráðingarstøðu roynir at fáa hjartamál hjá flokkinum ígjøgnum.
- Viðvíkjandi Føroyum og Danmark virkar tað til at vera líkamikið, hvør stjórn hevur valdið í Danmark. Vit eru tí slett ikki áhugaði í bláum ella reyðum stjórnum, men einans í reyðum, bláum og hvítum málum. Tað vil siga at vit fara at tala Føroya søk á Fólkatingi, sigur Høgni Hoydal, sum tó staðfestir, at flokkurin vil hava eitt nú sjálvsavgerðarrættin staðfestan, um flokkurin skal hjálpa nakrari stjórn í Danmark.
- Kemur ein avgerðandi støða, er tann einasta virðiliga loysnin ein donsk stjórn, sum viðurkennir at føroyingar hava rættin at taka avgerðir fyri Føroyar, sigur Høgni Hoydal.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald