Innanlands

Høgni ikki tikið støðu um framtíðina

- Eina stóra avgerð í senn staðfesti fráfarandi formaðurin í Tjóðveldi smílandi, tá Portalurin spurdi 58-ára gamla hoyvikingin um, hvørt hann stillar upp aftur til næsta løgtingsval ella ikki. Landsstýirssessurin er upp til stjórnina

Tað var ein fegin og heldur lættur Høgni Hoydal, sum var á Hotel Føroyum í dag. - Flokkurin hevur ógvulig anógv at bjóða uppá, vísti hann á (Mynd: Sverri Egholm)

Tað var ein fegin og heldur lættur Høgni Hoydal, sum var á Hotel Føroyum í dag. - Flokkurin hevur ógvulig anógv at bjóða uppá, vísti hann á (Mynd: Sverri Egholm)

2024-11-02 16:44 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Høgni Hoydal hevur fingið nógv føgur orð á flokstingi Tjóðveldsins, nú hann takkaði fyri seg sum formaður eftir tjúgu ár.

Tað er tó ikki endaliga greitt, hvørt 58-ára gamli hoyvíkingurin heldur fram í politikki eftir hetta valskeiðið ella ikki.


[object Object]Høgni Hoydal - hálvgum rørdur og fegin...

[object Object]Yngri sonurin, Helgi, og konan, Hildur, til staðar á Hotel Føroyum (Myndir: Sverri Egholm)

Sí fleiri myndir av Hotel Føroyum HER

Portalurin spurdi Høgna Hoydal eftir atkvøðugreiðsluna, men hann kundi bara smílandi staðfesta: 

- Eina stóra avgerð í senn, segði hann smílandi.

Hetta var áðrenn Høgni noyddist inn í salin aftur at taka ímóti gávum og orðum. 

Til ber at síggja alla samrøðuna her: - Flokkurin er nógv meira enn Høgni Hoydal

Í mun til spurningin um landsstýrssessin, segði Høgni Hoydal, at hetta er upp til floksleiðsluna.

Tað er tó mest sannlíkt, at bæði Høgni Hoydal og Sirið Stenberg halda fram í sínum sessum í landsstýrinum. Tey eru ávikavist landsstýrisfólk í uttanríkis- og vinnumálum og almanna- og mentamálum.

Nýggja forkvinnan, Sirið Stenberg, segði við Portalin, at hon ógvuliga fegin vil halda fram í sama landsstýrissessi.

Video: - Skulu lyfta Tjóðveldishugsjónina

Sí eisini beinleiðis bloggin her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder