Mentan

HOGNI við nýggjum staklagi

"Simple Man" er fyrsta staklagið av komandi plátu hansara, sum kemur út í heyst

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2020-04-11 13:45 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár, 10. apríl, gav Høgni Lisberg, eisini kendur undir navninum HOGNI, út nýtt lag.

Lagið eitur "Simple Man" og er fyrsta staklagið av komandi plátu hansara, sum kemur út í heyst.

Nýggja plátan verður tann 7., sum hann gevur út síðan tann fyrsta kom í 2003. Seinasta pláta hansara, "Call For a Revolution" vann eina FMA virðisløn fyri "ársins útgáva". Plátan áðrenn hesa nevndist "Con Man", og fekk hon 6/6 stjørnum frá Dimmalætting, tá hon kom út.

Ein ørgrynna av løgum hjá Høgna hava verið brúkt í sjónvarpi og serium. Seinast av hesum var Netflix serian “No Te Puedes Esconder”, ið serliga hevur gjørt um seg í spanskttalandi londum. Eisini hava løg verið í telduspølum, sum NBA 2K11 og NBA 2K16. Í ítrótti til US Open og UFC. Umframt at Carhartt klæðnamerkið og Subaru bilar eisni hava brúkt tónleik í lýsingarátøkum.

Hetta er tað fyrsta lagið, sum Høgni gevur út síðan 2014, undantikið "The Lady of Mocksby", eitt vetrar-/jólalag, sum kom út í 2019.

Orsøkin til langa steðgin er, at Høgni hevur arbeitt við eini ørgrynnu av øðrum verkætlanum, har serliga leikluturin sum syngjandi trummuleikari hjá Eivør hevur fylgt nógv hesi seinastuni árini, við ferðum og nógvum hundrað konsertum kring allan vesturheimin.

Sambært hagtølunum, so eru lurtarar hjá Høgna úr øllum heiminum, við fylgjandi londum í top 3: USA, Ongland, Avstralia.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder