Uttanlands

Høgravongurin vinnur í Niðurlondum

Roknast kann við, at Geert Wilders verður forsætisráðharri eftir valsigurin í gjár

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2023-11-23 06:57 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ytsti høgravongurin í Evropa fegnast nú alt bendir á, at Geert Wilders hevur vunnið stórsigur á niðurlendska tjóðartingsvalinum.

- Broytingarvindarnir eru her! Til lukku til Geert Wilders fyri at vinna niðurlendska valið, sigur forsætisráðharrin í Ungarn, Viktor Orbán, sambært Reuters.

Alt bendir á, at islam-atfinningarsami og ES-ivasami politikarin kann enda sum stjórnarleiðari í Niðurlondum eftir valið.

Frælsisflokkur hansara, PVV, stendur til at fáa 37 sessir í tjóðartinginum. Tað eru 20 fleiri enn á síðsta vali í 2021, skrivaði Ritzau tíðliga í morgun eftir at 97,9 prosent av atkvøðunum vórðu taldar.

Eisini franska Marine Le Pen hevur sent Wilders heilsu fyri “avrikið”.

- Til lukku Geert Wilders og PVV fyri avrikið, sum vísir ein vaksandi vilja til at verja tjóðarsamleikan, skrivar Le Pen.

Ein fronsk veljarakanning vísti herfyri fyri, at hennara flokkur fór at vinna greitt á flokkin hjá Emanuel Macron á ES-valinum, sum verður í summar.

Geert Wilders er av eygleiðarum kallaður fyri “hin niðurlendski Trump”. Hann hevur gjørt vart við seg við at vera sera atfinningarsamur mótvegis tilflytarum og muslimum, og hevur sagt, at hann ætlar at støðga “islamsku innrásini” í Vesturlondini.

Hann hevur eisini fyrr provokerað við at skriva út eina kapping um at tekna profetin Muhammed.

Men í valstríðnum hesaferð royndi hann at dempa sínar víðgongdu útsøgnir. Hann hevur eitt nú sagt, at hann hevur lagt fleiri av sínum mest viðgongdu útsøgnum “í frystiboksina”.

Ístaðin hevur hann sagt, at hann ynskir at “gerast forsætisráðharri fyri øll, líka mikið hvørja trúgv tey hava, kyn ella hvat tað skal vera”, og segði at inflasjónin er ein størri og meira týðandi avbjóðing fyri niðurlendingar í dag, skrivar Ritzau.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder