Greinin byggir á eina landsfevnandi kanning av stoffskiftissjúkum fyri tíðarskeiðið 2006-2018, sum granskarar á medisinska deplinum á Landssjúkrahúsinum hava gjørt í samstarvi við Deildina fyri arbeiðs- og almannaheilsu, FarGen, heilsugranskingardeildina á Aalborg Universiteti, Fróðskaparsetrið og endokrinologisku deild á Ríkissjúkrahúsinum. Endamálið við kanningini var at staðfesta títtleikan av stoffsskiftisjúkum, undirbólkar og fólkafrøðilig eyðkenni við stoffskiftissjúkum í Føroyum.
Stoffskiftissjúkur kunnu vera autoimmunar, sum Hashimoto og Graves (Basedow). Tær kunnu vera tengdar at eitt nú jod-inntøkuni í kostinum, genetiskum arvi, vitamin D støði, royking og overving. Ov høgt ella ov lágt stoffskifti kann eisini komast av knútum ella krabba í skjaldkertlinum, farandi stoffskiftissjúka (eitt slag av bruna), ávirkan av ymsum heilivági og graviditetsávirkan á stoffskiftið.
Eta minni jod
Kanningar benda á, at jodið í kostinum var hægri um aldarskiftið enn nú, tí tá ótu flestu føroyingar meira fisk, sum hevur høgt jod-innihald. Nakað av jodi er eisini í mjólk og seyðakjøti, men einki jod er í føroyska vatninum.
Tilsamans 1152 fólk fingu staðfest stoffskiftissjúku frá 2006 til 2018 - umleið fýra ferðir so nógvar kvinnur sum menn. Høvuðsorsøkin var tvær autoimmunar sjúkur, ið nevnast Hashimoto og Graves.
Kanningin vísti, at títtleikin av autoimmunari stoffskiftissjúku fall í seinnu helvt av kanningartíðarskeiðinum. Orsøkin til hetta kann vera, at fólk hava etið minni jod.
Samstundis tóktist títtleikin av knútum í skjaldkertlinum at økjast í kanningartíðarskeiðinum. Vandin fyri knútum í skjaldkertlinum minkar, um fólk fáa nóg mikið av jodi.
Granskararnir vísa á, at tørvur er á eftirliti við stoffskiftissjúkum og jodinntøku í Føroyum fyri áhaldandi at kunna vegleiða føroyingum til góða heilsu.
Granskingarráðið og Granskingarnevndin á Landssjúkrahúsinum hava stuðlað kanningini av sjoffskiftissjúkum í Føroyum.
Greinin um stoffskiftissjúkur, ið hevur heitið "A nationwide registry-based observational study of thyroid disease incidence in the Faroe Islands", kann lesast her.
Høvundarnir eru Herborg Líggjasardóttir Johannesen, Jens Andreassen, Pál Weihe, Marin Strøm, Guðrið Andorsdóttir, Aase Krogh Rasmussen, Ulla Feldt-Rasmussen, Allan Carlé, Stig Andersen og Anna Sofía Veyhe.
Granskingarráðið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald