Innanlands

Snarbussurin millum Havnina og Klaksvík koyrir fleiri túrar

Eisini verður beinleiðis samband millum leið 401 og leið 300, ið koyrir millum Havnina og flogvøllin/Sørvág, soleiðis at tað verður enn lættari at sleppa til og frá flogvøllinum við bussi, til og úr Klaksvík

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-11-28 15:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú verður tað enn lættari at ferðast við bygdaleiðum millum Klaksvík og Havnina – og til og frá flogvøllinum.

Frá mánadegnum 1. desember verður túratalið á leið 401, sum er snarbussurin millum Havnina og Klaksvík, økt gerandisdagar, við tveimum eyka tur/retur túrum, skrivar Strandferðslan.

Umframt at túratalið er økt, verður eisini beinleiðis samband millum leið 401 og leið 300, ið koyrir millum Havnina og flogvøllin, soleiðis at tað verður enn lættari at sleppa til og frá flogvøllinum við bussi, til og úr Klaksvík.

Dagførda ferðaætlanin fyri leið 401, sum sæst her, er fyribils galdandi fram til 1. mai 2026.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder