Um ársskiftið fer Holger Arnbjerg, leiðari á Altjóða Skrivstovuni á Fróðskaparsetri Føroya, úr starvi. Í hesum sambandi skipar Fróðskaparsetrið fyri almennari móttøku í Kantinuni á Námsvísindadeildini, Frælsinum 20, fríggjadagin 4. januar kl. 15.
Tað munnu verða mong føroysk lesandi, sum gjøgnum árini hava leita sær vegleiðing hjá Holger um víðari lesnað - bæði á oyggjunum og uttandfyri landoddarnar.
Holger flutti í 1988 til Føroya at búgva saman við konuni Sonju Klein presti og báðum børnunum. Tey bæði hittust í lestrartíðini í Keypmannahavn og búðu fyrstu árini har.
Av útbúgving er Holger cand. mag. frá Københavns Universitet í fakunum samfelagsvísindi og ítrótti. Seinni hevur hann fyrst tikið vinnulívsbúskap og aftan á tað diplomútbúgving í karrieruvegleiðing á Fróðskaparsetrinum.
Áðrenn Holger flutti til Føroya var hann háskúlalærari í Haslev árini frá 1975 til 1988. Í Føroyum byrjaði hann í einum samansettum starvi millum Studentaskúlan í Hoydølum og Føroya Handilsskúla árini fram til 1991. Eftir hetta varð hann í føstum starvi í Hoydølum, har hann eisini tók sær av lestrarvegleiðing, hetta fram til ár 2000.
Tá avgerð varð tikin um at seta á stovn Altjóða Skrivstovu undir Mentamálaráðnum, var Holger settur sum leiðari. Í 2010 varð Altjóða Skrivstovan løgd inn undir Fróðskaparsetur Føroya og Holger hevur øll árini virkað sum leiðari fyri hesa, skrivar Setrið á heimasíðuni.
Í 2019 byrjar eisini eitt nýtt skeið fyri upprunaligu Altjóða Skrivstovuna, sum hevur til endamáls at vegleiða innan útbúgvingarmøguleikar uttanlands og í Føroyum. Avgerð er tikin politiskt um at flyta hesa útbúgvingarvegleiðing til Studna, sum er partur av Mentamálaráðnum. Har verður nú settur ein nýggjur útbúgvingarvegleiðari í starv. Á Fróðskaparsetrinum verður tó eisini ein Altjóða Skrivstova, skipað soleiðis, sum øll altjóða universitet hava tað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald