Innanlands

Høllin í Trongisvági verður latin upp fyri almenninginum

Kommuna ynskir við hesum at skapa betri karmar fyri rørslu, trivnaði og felagsskapi, soleiðis at høllin kann vera ein livandi partur av frítíðarlívinum í kommununi

(Mynd: Tvøroyrar kommuna)

(Mynd: Tvøroyrar kommuna)

2026-04-14 07:01 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ítróttahøllin í Trongisvági verður nú latin upp, so at børn og familjur fáa betri møguleikar fyri at nýta høllina til ítrótt, rørslu og spæl, skrivar Tvøroyrar kommuna.

Kommunan hevur í eina tíð arbeitt við at gera høllina meira atkomiliga uttan fyri vanliga skipaða virksemið. Endamálið er at geva børnum, ungum og vaksnum betri møguleika at nýta høllina, tá eingin venjing, kapping ella annað skipað virksemi er á skránni.

Arbeitt hevur verið við at kanna, um høllin kundi vera opin longur út á kvøldið og um vikuskiftið. Í 2025 vóru eisini royndir gjørdar við at hava høllina opna fyri barnafamiljum í høgtíðum og í ferium hjá barnagarðinum, soleiðis at fleiri kundu fáa gleði av henni til ítrótt og spæl.

Mentanarnevndin hjá býráðnum hevur nú einmælt samtykt, at høllin verður opin hvørt vikuskiftið, og at høllin frá apríl 2026 verður opin fyri almenninginum leygardag og sunnudag frá kl. 10.00.

Við hesi skipan verður Ítróttarhøllin í Trongisvági vanliga opin hvønn gerandisdag frá klokkan 14 til 22 og um vikuskiftið frá klokkan 10 til 22.

Tvøroyrar kommuna ynskir við hesum at skapa betri karmar fyri rørslu, trivnaði og felagsskapi, soleiðis at høllin kann vera ein livandi partur av frítíðarlívinum í kommununi.

Fyrivarni kann tó verða tikið fyri broytingum í upplatingartíðunum, tá serlig tiltøk eru á skrá, eitt nú ítróttarkappingar, ella tá høllin er útleigað til serlig tiltøk. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder