Innanlands

Hólmgonga millum Tjóðveldi og Sambandið á Reinsarínum

Mótpólarnir í fólkatingsvalstríðnum gingnir saman av skipa fyri felags almennum veljarafundi

Eyðdis Hartmann Niclasen fer at kjakast móti Annitu á Fríðriksmørk um fólkatingsumboðanina (Savnsmynd)

Eyðdis Hartmann Niclasen fer at kjakast móti Annitu á Fríðriksmørk um fólkatingsumboðanina (Savnsmynd)

2019-06-03 13:17 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í kvøld Tjóðveldi og Sambandsflokkurin í hólmgongu í Reinsarínum í Havn.

Tríggjar hólmgongur verða, har valevni hjá Sambandsflokkinum dystast móti valevnum hjá Tjóðveldi.

Hólmgongurnar verða hesar:

Fyrst kjakast Annita á Fríðriksmørk og Eyðdis Hartmann Niclasen um hvat fólkatingssessurin kann og skal nýtast til. Síðan kjakast Magni Arge og Kaj Leo Holm Johannesen um uttanríkispolitikk og síðan Bjørt Samuelsen og Helga Abrahamsen um ríkisveitingina

Hvørt umfarið verður umleið 15-20 minuttir til longdar, ella so leingi kjakið gongur heitt. Lagt verður upp til ein góðan klassiskan veljarafund, har lagt verður upp til at flenna og klappa og har tað er loyvi at tutla og klirra við gløsum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder