Innanlands

Holocaustdagur 27. januar

Holocaust minningarløta verður sunnudagin kl. 16.

2019-01-26 20:00 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

ST hevur lýst 27. januar sum altjóða minningardag um Holocaust og fólkadráp yvirhøvur.

Vinafelagið Føroyar-Ísrael skipar fyri minningarhaldi í dag um Holocaust. Tiltakið verður í felagsshúsunum Úti á Fløtum, Landavegur 96 kl. 16.00.

Mia av Kák, sum er lærari, og hevur verið á Holocaust-savninum Yad Vashem í Jerusalem og kunnað seg um evnið, fer at greiða frá.

Eisini verður Róland í Skorini at hoyra. Hann hevur í morg ár granskað Holocaust og fólkadráp yvirhøvur.

Róland fer at greiða frá undir evninum "Árið ið fór".

Dreingjakórið Undir Brúnni fer at syngja nakrar sangir, har evnið er úr Ísrael.

Aftaná verður ein drekkamuðar at fáa.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder