Losjan við Gøtugjógv bjóðar aftur til skemtileik, og leikurin hesaferð er ein fløkja av teimum heilt stóru.
- Í farsuni, sum upprunaliga ber heitið “Don’t Dress for Dinner”, sleppur tú sum flugan á vegginum at eygleiða festligheitir og misskiljingar sum perlur eftir snóri. Marc Camoletti skrivaði leikin í 1987, og hann hevur verið at sæð kring knøttin síðan tá, siga tey úr sjónleikardeildini í Losjuni í Glotti.
Sum nakað nýtt hava tey hesaferð latið seg stjórna av íslendinginum Jóel Sæmundsson og Dávið Örn Óskarsson hevur sniðgivið pallin.
Leikarar eru Arnfinnur Nesá, Noomi S. Reinert, Magni Joensen, Ann Mari Jaspursdóttir, Elsa Maria Magnusardóttir Olsen og Ólavur Justesen.
Hesa vikuna eru sýningarnar við at verða útseldar, men í næstu viku eru fleiri pláss tøk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald