Innanlands

Honda hevur trupulleikar við stoytkoddunum

150 bilar í Føroyum innkallaðir at skifta koddan út

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2019-03-28 10:35 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Japanski bilaframleiðarin Honda kallar nú bilar inn kring allan heim, tí álvarsligir trupulleikarnir eru stoydkoddunum – teimum sokallaðu airbags.

Talan er um, at ov stórt trýst kann vera í patrónini á Takata stoytkoddunum. Hetta hevur ført til, at onkur hevur latið lív, meðan yvir 200 fólk eru komin álvarsliga til skaða av hesi orsøk.

Danska TV2 skrivar, at 3.600 danskir bileigarar hava fingið bræv um at koma á verkstað og bøta um trupulleikan.

Norðbil, sum umboðar Honda í Føroyum, upplýsir fyri Portalinum, at tey hava fingið ein lista við stelnumrum frá Honda yvir bilarnar, sum hava hesar trupulleikar. Hesir verða nú kallaðir inn til tess at skifta stoytkoddan út.

Talan er um áleið 150 bilar, upplýsir Norðcar.

Sambært hagtølunum hjá Akstovuni vórðu 49 bilar av merkinum Honda skrásettir í fjør og 77 í 2017. Tveir teir fyrstu mánaðirnar í ár komu sjey Honda-bilar til landið.

- Vit eru noydd til at siga fólki, at her er ein álvarsligur trupulleiki. Fleiri eru komin til skaða í Asia og USA, sigur eitt umboð fyri Honda Danmark við TV2.

Honda veit umvegis stellnummurini hvørjir bilar hava trupulleikan, og hesir bilaeigarar hava fingið bræv og arbeiðið við at skifta stoytkoddarnar út er í gongd, sigur Honda Danmark.

Honda Danmark skrivar á heimasíðu síni, at trupulleikin við tí og høga trýstinum í stoytkoddanum er, at ein metalhúsi í eindini spreingist, og metalpetti verða slongd úr koddanum og út í bilin.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder