Uttanlands

Hong Kong: Flutningsflogfar gleið av flogbreytini

Tvey fólk eru deyð í vanlukkuni, sum hendi í gjárkvøldið okkara tíð

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2025-10-20 09:16 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tvey fólk eru deyð, eftir at eitt flutningsflogfar gleið av flogbreytini á altjóða floghavnini í Hong Kong í gjárkvøldið okkara tíð.

Flogfarið endaði á sjónum við síðurnar av flogbreytini, eftir at tað undir lendingini rakti eitt akfar, skrivar blaðið South China Morning Post. Hvat slag av akfari talan er um framgongur ikki.

Ein 30 ára gamal maður og ein 41 ára gamal maður hava latið lív í vanlukkuni. Báðir vóru í akfarinum, sum varð rakt av flogfarinum. Eitt annað fólk er saknað, skrivar Ritzau.

Manningin umborð á flogfarinum taldi fýra fólk. Tey vórðu øll bjargað úr flogfarinum.

Vanlukkan hendi umleið klokkan 3.50 í nátt lokala tíð, sum er klokkan 20.50 føroyska tíð.

Tað er turkiska flogfelagið AirACT, sum eigur flogfarið, sum er av slagnum Boeing 747.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder