Innanlands

Hørð plastpetti í grønmetisblanding

Lækkert & Nemt Grøntsagbund frá Rema 1000 er afturkallað, og vørurnar eiga at verða lætnar aftur haðani tær eru keyptar ella beindar burtur.

Um ein hevur etið av vøruni og hevur spurningar til møgulig sjúkuárin, skal ein kontakta læknan (Mynd: hfs.fo)

Um ein hevur etið av vøruni og hevur spurningar til møgulig sjúkuárin, skal ein kontakta læknan (Mynd: hfs.fo)

2023-02-15 13:43 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ardo A/S afturkallar nú Lækkert & Nemt Grøntsagbund tí vandi er fyri at hørð, gul plaststykki eru í vøruni. Vøran eigur at beinast burtur ella latast aftur í handilin har hon er keypt. 

Hetta kunnar Heilsufrøðiliga Starvsstovan um á heimasíðu sínari. Talan er um Rema1000 Lækkert o& Nemt Grøntsagbund, sum sæst á myndini omanfyri.

Nettovektin er 500 gram, og tað er best fyri 01.11.2024 og 02.11.2024. Lotnummarið er L 02-11-2022, og EAN-strikukota: 5705830603067.

Vøran er seld í føroyskum handlum, og Heilsufrøðiliga Starvsstovan skrivar, at vørurnar eiga at verða lætnar aftur, haðani tær eru keyptar ella beindar burtur. Um ein hevur etið av vøruni og hevur spurningar til møgulig sjúkuárin, skal ein kontakta læknan. 

Orsøkin til afturkalling er, at tað var ein tekniskur feilur í framleiðsluni. Harvið er tað vandi fyri, at hørð, gul plaststykki í ymiskum støddum og skapum eru í vøruni. Hart plast í vøruni kann vera vandamikið, tí nøkur av stykkjunum kunnu vera hvøss og spísk. Um ein etur tílík hvøss ella spísk stykki, kann vandi vera fyri skaða í munni, svølgi og búk//tarmum. 

- Hart plast í vøruni kann vera vandamikið, tí nøkur av stykkjunum kunnu vera hvøss og spísk. Um ein etur tílík hvøss ella spísk stykki, kann vandi vera fyri skaða í munni, svølgi og búk//tarmum. Meira kunning um vandan við fremmandalikamum í matvørum sæst her


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder