Innanlands

Hørð plastpetti í kokosmjøli

Kokosmjøl frá Rema1000 verður afturkallað, tí vandi er fyri, at plaststykki kunnu vera í vøruni, og kunnu tey elva til skaða, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan

2023-02-19 11:57 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

JAN Import A/S afturkallar kokosmjøl frá Rema1000. 

Orsøkin er, at  tað av einum tekniskum feili í framleiðsluni, er vandi fyri, at hørð, hvít plaststykki í ymiskum støddum og skapum eru í vøruni.

Nøkur av stykkjunum kunnu vera hvøss og spísk, og um ein etur tílík stykki, kann vandi vera fyri skaða í munni, svølgi og búk//tarmum, skrivar Heilsufrøðiliga Starvsstovan.

Vørurnar eiga at verða lætnar aftur, haðani tær eru keyptar ella beindar burtur. Um ein hevur etið av vøruni og hevur spurningar til møgulig sjúkuárin, skal ein kontakta læknan.

Talan er um Rema1000 Kokosmjøl í pakkum við 200 gram, og sum er best fyri 5. juni 2024.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder