Innanlands

Horvna gentan í Sandvík var umborð á Smyrli

Tá bussur kom til Sandvíkar eftir gentuni, var hon ikki á staðnum. So fór bjargingarskipanin ígongd

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2019-05-20 22:43 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

Fyri løtu síðani skrivaðu vit um unga týska gentu, sum var farin í hagan í Sandvík. Hon hevði sagt bussføraranum á bygdaleiðum frá, at hon ætlaði í Rituskor, men at hon skuldi við bygdaleiðum aftur til Trongisvág og við Smyrli til Havnar. Men tá bussurin kom aftur til Sandvíkar, var gentan ikki á staðnum. Tí fór bjargingarskipanin í gongd.

Hesum greiðir vakthavandi á løgreglustøðini nú Portalinum frá. 

Men tá søgan um ungu týsku kvinnuna kom út, var ein maður, ið segði løgregluni frá, at hann helt seg hava tosað við persónin umborð á Smyrli fyri løtu síðani. Løgreglan sendi síðani boð til Smyril um at fáa allar útlendingar at savna seg á ávísum staði á Smyrli fyri at kanna, um kvinnan var við umborð. Men vakthavandi greiðir frá, at kvinnan av onkrari orsøk ikki var ímillum fólkini. 

Men maðurin, sum helt seg hava sæð kvinnuna, fann hana aftur og bað hana ringja til løgregluna umgangandi. Hon so gjørdi. Kvinnan var sostatt farin við øðrum farti til Trongisvág og var við góða heilsu umborð á Smyrli, tá bjargingarlið og tyrla vóru farin at leita eftir henni. 

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder