Innanlands

Horvni bilurin er funnin

Bilurin, sum løgreglan eftirlýsti í gjár bleiv funnin beint við landssjúkrahúsið

2019-03-11 21:36 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár eftirlýsti løgreglan ein bil, sum var horvin úr vesturbýnum í Havn sunnumorgunin.

Talan var um ein svartan Honda Accord, Sedan, árg. 2008 við nummarplátuni PH 342.

Løgreglan heitti á fólk um at seta seg í samband við tey, um tey vistu nakað í málinum, og stutt eftir klokkan 20 í kvøld varð bilurin funnin beint við landssjúkrahúsið við lyklunum í.

- Eigarin og løgreglufólk eru á staðnum, og sum skilst er eingin skaði á bilinum, men vit eru enn í ferð við at kanna nærri, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn.

Løgreglan hevur sum nú er ongar ábendingar um, hvør kann hava stolið bilin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder