Innanlands

Høsnarungakjøtið er pumpað við vatni

Donsk kanning vísir, at nógv meira vatn er í vøruni enn lýst verður við

(Mynd: DR)

(Mynd: DR)

2019-05-07 09:45 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Danskt høsnarungakjøt, sum verður selt í matvøruhandlunum hevur nógv meira vatn í sær, enn lýst verður við á vørulýsingini.

Brúkarin rindar tí fyri vatnið, sum verður trýst inn í kjøtið, skriva Danmark Radio.

Sendingin hjá DR, sum eitur Kontant, hevur verið úti í matvøruhandlum og keypt høsnarungabringur, fyri síðan at fáa tær kannaðar hjá Fødevarestyrelsen. Úrslitið av kanningini sæst her 

Keypt vórðu níggju sløg av høsnarungabringu ’tilsat vand’, sum skrivað verður á vøruni. Men kanningin av vatninnihaldinum vísir, at í sjey av vørunum er nógv meira vatn í kjøtinum, enn sagt verður á etikettini.

Til dømis máldu tey 19,6 prosent tilsett vatn í høsnarungabringunum hjá Budgett hóast sagt var, at bert 9 prosent var í.

Og í bringunum hjá Xra máldu tey 21,4 prosent hóast tað bert skuldi vera 11 prosent sambært vøruni.

Hjá Danpo máldu tey 15,5 posent hóast vørumerkið sigur 9 prosent.

Eisini á høsnarungabringum, sum sigast ikki fáa sett vatn til, vísti kanningin ónatúrliga stórt innihald av vatni í matvøruni.

Niðurstøðan hjá sendingini Kontant er sostatt, at lýsingin av høsnarungakjøtinum í nógvum førum er følsk.

Fleiri av vørunum, sum eru kannaðar av Danmarks Radio, verða eisini seldar í Føroyum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder