Innanlands

Hotel Vágar letur upp eftir umvæling

Higartil hevur bert verið borðreitt fyri gestunum á hotellinum, men nú letur matstovan upp fyri almenninginum

(Mynd: Hotel Vágar)

(Mynd: Hotel Vágar)

2024-08-22 09:42 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í eina rúma tíð hevur Hotel Vágar, hotellið við flogvøllin, verið opið fyri gistandi gestum eftir umfatandi umvælingina og uppstigingina av hotellinum.

Men matstovan, sum einaferð var eitt vælumtókt ferðamál hjá bæði vágafólki og ferðandi úr restini av landinum og útheiminum, hevur ikki verið opin fyri øðrum enn gestunum á hotellinum.

Men í dag letur matstovan uppaftur fyri almenninginum. Morgunmatur er millum kl. 06 og 10, og nátturði er at fáa millum kl. 17.30 til 21.

Matskráin er at síggja á heimasíðuni hjá hotellinum, og her framgongur, at matstovan bjóðar tríggjar ymsar forrættir fyri 125 krónur og fýra høvuðsrættir – tveir kjøtrættir, ein fiskarættur og ein vegetarrættur – fyri 225-250 krónur umframt tvey omaná fyri 85 krónur. Hartil er serlig barnamatskrá.

Tað er eitt partafelag hjá Atlantsflog, sum nú eigur og rekur Hotel Vágar.



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder