- Tað hóvaði mær ikki væl, men eg fari ikki at gera nakrar viðmerkingar til tað.
Soleiðis segði Aksel V. Johannesen, løgmaður, eftir at Kristin Michelsen atkvøddi blankt um misálitið á Rigmor Dam, landsstýriskvinnu.
Uppskotið um misálitisváttan fall stutt fyri klokkan 3 í nátt.
Tað kundi bent á, at tað ikki er fult álit millum fólk í Javnaðarflokkinum á løgmanni og landsstýriskvinnuni, men tað hevur løgmaður onga viðmerking til.
Nú skal ein kanning gerast um leiklutin hjá landsstýriskvinnuni.
- Eg fari nú at tosa við forkvinnuna í landsstýrismálanevndina um nevndin tekur málið upp. Gera tey ikki tað, fari eg at heita á onkran at gera eina kanning í hesum málinum og lýsa leiklutin hjá landsstýriskvinnuni og aðalráðnum hjá henni í hesum málinum, segði Aksel V. Johannesen.
Kristin Michelsen, Sonja Jógvansdóttir og Magni Laksáfoss atkvøddu blankt. 17 atkvøður skulu vera fyri, um eitt misálit skal vera samtykt (Mynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald