Innanlands

Høvdu fingið dekan ov nógv niðurum

Í nátt vóru tað í tveimum førum boð eftir løgregluni at hjálpa fólki, sum høvdu drukkið ov nógv

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2025-06-18 11:24 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Løgreglan var í nátt úti og hjálpti tveimum fólkum, sum høvdu fingið ov nógv niðurum.

Í fyrra førinum vóru boð eftir løgregluni við Bispagarðin í Havn, har ein fullur maður ikki fekk gingið. Hann bleiv hjálptur til hús.

Í seinna førinum var í Sandagerði, har 10. floksnæmingar í nátt høvdu bál og annars gleddust um, at skúlin er liðugur. Men ein hevði helst fingið dekan ov nógv at drekka, og hevði brúk fyri hjálp. Ringt varð eftir avvarandi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder