
Gott veður var og nakað av fólki høvdu leitað sær í býin í nátt, men kortini var stak friðarligt hjá løgregluni, verður upplýst av løgreglustøðini í morgun.
Kortini varð okkurt at skriva heim um, tí í Hoyvík og í Havn vóru tríggir bilar steðgaðir, har illgruni var um, at bilførararnir koyrdu ávirkaðir.
Hetta var millum eitt og trý tíðina í nátt. Blóðroynd varð tikin, sum skal staðfesta um talan var um teir koyrdu ávirkaðir.
Seint seinnapartin í gjár hendi eitt lítið ferðsluóhapp á Hálsi í Havn. Tað var ein bilførari sum ikki helt neyðugu frástøðuna, og rendi í bilin frammanfyri. Hetta fær hann eina bót fyri umframt eitt klipp í koyrikortið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald