Innanlands

Høvi verður at veittra Rynkeby-súkklarunum farvæl hósdagin

Móttøka verður fyri Team Rynkeby-súkklarunum kring landið 28. juni

Team Rynkeby

Team Rynkeby

2018-06-26 10:46 Author image
Oda Strøm
placeholder

Team Rynkeby, sum savnar pening inn til børn við krabbameini, byrjar ferðina til París nú hósdagin 28.juni. Tey súkkla fyrsta part av túrinum til París úr Klaksvík til Tórshavn og boða frá, at í tí sambandi er møguleiki at koma og heilsa uppá súkklararnar og ynskja teimum góða ferð.

Skráin fyri hósdagin sær soleiðis út: 

10:30 Tiltakið byrjar í Helnabrekku í Klaksvík

11:20 Klaksvíkar Sjúkrahús

12:20 Koma til Gøtu til Býráðsalin

13:30 Koma til Toftir við undirhúsið kaiini

14:15 Koma til Bakkafrost á Glyvrum

15:45 Margáir hjá Sunda Kommunu

18:00 Koma til Havnar, har tiltak verður í Reinsarínum.

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder