Tórshavnar kommuna fer nú at skipa dagstovn í Hoydølum, til tess at loysa bráðfeingis tørvin á dagstovnaplássum. Kommunan hevur gjørt avtalu við Mentamálaráðið um at leiga skúlalonina í Hoydølum fram til árslok 2020.
Stóri fólkavøksturin í Tórshavnar kommunu síðstu árini sæst eisini aftur í barnatalinum á dagstovnaøkinum. Hóast kommunan farnu 18 mánaðirnar hevur fingið til vega fleiri enn 125 nýggj dagstovnapláss, so er tørvurin ikki nøktaður.
Í løtuni eru tríggjar út- og umbyggingar av stovnum í gongd, sum verða lidnar komandi mánaðirnar. Tær eru Fríðriksgarður (Brúni skúli), Býlingshúsið Inni á Gøtu og Býlingshúsið í Maritugøtu. Samlað er talan um í alt fleiri enn 75 pláss aftrat.
At byggja tekur tó tíð. Ætlanin er, at í byggitíðini verður lonin í Hoydølum skipað sum dagstovnur, har umleið 100 børn kunnu vera.
Hóast hesar útbyggingar, so er hetta ikki nóg mikið til tess at nøkta tørvin á dagstovnaplássum. Kommunan arbeiðir tí við ítøkiligum ætlanum um at byggja tveir stovnar aftrat út í ár, so at út ímóti 100 nýggj pláss verða fingin til vega.
Væntandi verður endalig støða tikin til útbygging av Býlingshúsinum Vesturi á Flat í næstum. Í uppskoti er at byggja fýra nýggjar stovur.
So skjótt býráðið hevur samtykt byggiætlanina, verða hesi plássini Vesturi á Flat bjóðað út í BARN, tó so, at børnini byrja í Hoydølum saman við starvsfólki á stovninum. Útbyggingin Vesturi á Flat tekur væntandi umleið 1 ár og tá flyta børnini niðan á stovnin.
Meira verður kunnað um hetta seinni.
Framúr umstøður í Hoydølum
Lonin í Hoydølum er sera væl egnað sum dagstovnur við góðum og rúmligum hølum. Uttanduraumhvørvið er øllum kunnugt bæði vakurt og hugnaligt, har tað eisini fer at verða sett upp eitt spælipláss.
Í løtuni ger kommunan bygningin í Hoydølum kláran, og ætlanin er, at dagstovnavirksemið fer í gongd um mánaðarskiftið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald