Tina Mellemgaard tók fríggjadagin í síðstu viku Danmark á bóli við sínum egna lagi “Ord”. Og aftur í gjárkvøldið sang hon egið lag, “Åben”, sum eisini fekk góða móttøku.
Sí eisini myndir: Føroyar fóru avstað við meginpartinum í X Factor
Helst mundu fleiri føroyingar leggja merki til ein føroyskan setning móti endanum á sanginum.
“Eg veit at eg kann, so eg fari fram” syngur hon áðrenn seinasta niðurlagi, og sum er í 1:30 minutti í videoupptøkuni omanfyri.
Sangurin “Åben” snýr seg um at leypa út í lívið – heimurin stendur opin fyri tær, sang Tina á donskum.
Portalurin fekk orðið á eina fegna Tinu aftaná X Factor hálvfinaluna í gjárkvøldið:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald