Innanlands

Hoyriklinikkin: Vit veita alla neyðuga tænastu

Leiðarin á Hoyriklinikkini sigur, at tað almenna veitir øll neyðug tól til hoyriveik. Men tað almenna skal gera tað so bíliga sum gjørligt

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2019-06-19 20:02 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

Fyrr í dag skrivaði Portalurin um, at Landssjúkrahúsið brúkti meira pening uppá privatan veitara enn almennan veitara innan hoyritól. Í 2018 vórðu eitt nú 3,8 milliónir veittar í stuðli til keyp av hoyritóli hjá privatum veitara, meðan nógv minni partur av játtanini fór til hoyrklinikkina á Landssjúkrahúsinum. 

Les eisini: Landssjúkrahúsið brúkar meira pening uppá privat hoyritól enn almenn

- Uppgávan hjá tí almenna er at finna bíligastu og bestu loysnina. Tað, ið vit hava valt at gjørt, er at keypa stórt inn, og ofta velja vit útgávuna, sum er eitt ára gomul. 

Tað sigur Hjørdis í Liða, sum er audiolog á Hoyriklinikkini á Landssjúkrahúsinum. Hon vil ikki siga nakað um, hvat hon heldur um almenna stuðulin til hoyriveik at keypa frá privatum veitara, men staðfestir, at almenni veitarin kann veita øll neyðug tól.

Tá persónur hevur fingið staðfest niðursetta hoyrn hjá oyra-, næsa- og hálslækna, kann viðkomandi velja ímillum at fara til privatan ella almennan veitara at útvega sær hoyritól. Hjá almenna veitaranum, skal viðkomandi gjalda egingjald á 2000 krónur fyri hvørt hoyritól. Um viðkomandi velur privata veitaran, kann hann fáa stuðul á 4000 krónur fyri hvørt tól, sum viðkomandi hevur tørv á - tó er markið fyri stuðul 8000 fyri fýra ár. Egingjaldið hjá tí privata kann variera rættiliga nógv, alt eftir hvat tól viðkomandi velur at keypa, meaðn talan er um mark á 4000 krónur hjá tí almenna. Men eru tólini hjá almennu hoyriklinikkini nóg góð, tá talan einans er um bíligastu tólini? Tað heldur Hjørdis í Liða. 

- Eitt tól, sum vit ofta veita nú, er Signia Pure px, sum er eitt tól, ið kann setast til telefonina og hevur løðara afturat sær, sigur Hjørdis í Liða.

Hon ásannar, at nýggj menning er innan økið alla tíð, og at tað almenna aldrin fer at hava tey allar nýggjastu tólini, men at endamálið er at veita eina bíliga og góða tænastu. Tí verður hoyriklinikkin næsta ár við í danskari útboðsskipan, ið kallast Amgros. Amgros bjóðar møguleikan at veita ymiskan heilivág og hoyritól út á almennum útboði. Privat feløg kappast síðani um møguleikan at gerast almennur veitari við sáttmálum, ið vanliga eru galdandi í tvey ár. 

- Vit hava fingið játtað, at vit sleppa at vera við í 2020, og tá verða somu hoyritól bíligari, sigur Hjørdis í Liða at enda. 

Sambært Hjørdis í Liða, er bíðitíðin at koma á hoyriklinikkina tvær vikur. Hon sigur tað vera torført at áseta prísin, sum tað almenna brúkar uppá tólini. Men hon metir at Signia Pure px kosta ímillum 5-6.000 krónur fyri tað almenna, og av hesum verða 4000 fíggjaðar við egingjaldi hjá brúkanum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder