Klokkan 13 í dag verður – eftir ætlan – tingfundur settur við tveimum málum á skrá umframt framløgu.
Uppskotið um veiðigjald fyri uppsjóvarfisk og um leingjan av Hoyvíkssáttmálanum skulu hava aðru viðgerð á tingi í dag.
Sambært samgonguni er uppskotið um veiðigjald ein skiftisskipan, nú uppboðssølurnar skulu strikast.
Fyri at inntøkur landsins frá tilfeingisgjaldi ikki lækka í mun til 2018, eins og sagt verður í samgonguskjalinum, verða veiðigjøldini hækkað. Veiðigjaldið fyri svartkjaft hækkar úr 20 til 25 oyru, fyri makrel úr einari upp í hálvaaðru krónu og fyri norðhavssild úr 50 til 60 oyru.
Meirilutin í vinnunevndini – samgongan – tekur undir við uppskotinum, men hevur eitt ískoyti, so at tað eisini kemur eitt gjald á 50 oyru fyri kilo av botnfiski, veiddur í Barentshavinum.
Andstøðan í vinnunevndini mælir løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.
Eisini í spurninginum um at broyta Hoyvíkssáttmálan við teimum broytingum, sum Jenis av Rana, landsstýrismaður við uttanríkismálum og íslendski uttanríkisráðharrin eru vorðnir samdir um, er ósamja millum meiriluta og minniluta.
Meirilutin í uttanlandsnevndini mælir til at samtykkja uppskotið, tó við eini áheitan á landsstýrismannin um at fáa forðingarnar hjá føroyskum landbúnaðarvørum til íslendska marknaðin av vegnum.
Minnilutin heldur, at skal Hoyvíkssáttmálin ikki uppsigast, skulu munandi fleiri broytingar gerast.
Málið um Hoyvíkssáttmálan kann avgreiðast í dag, tí talan er um eitt uppskot til samtyktar, sum bert krevur tvær viðgerðir á tingi.
Málið um veiðigjaldið skal hava eina viðgerð afturat áðrenn lóðaruppskotið er endaliga samtykt.
Fleiri tingfundir verða áðrenn nýggjár, tí eisini fíggjarlógaruppskotið skal hava eina triðju viðgerð, áðrenn tingið sleppur heim at halda nýggjársfrí.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald