Innanlands

HR í Føroyum – nýstovnað HR áhugafelag

Endamáli við áhugafelag er at røkja áhugamál hjá HR-leiðarum og ráðgevum, HR-fólki og øðrum

2019-02-22 13:52 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Hósdagin 21. februar var stovnandi aðalfundur í sambandi við, at áhugafelagið HR í Føroyum varð sett á stovn.

Áhugafelagið er sett á stovn við tí endamáli at røkja áhugamál hjá HR-leiðarum og ráðgevum, HR-fólki og øðrum, ið arbeiða innan ella við HR, bæði á privata og almenna arbeiðsmarknaðinum. Eisini er endamálið at varpa ljós á eitt nútímans og munadygt HR í privata og almenna geiranum og í almenna rúminum sum heild. Við felagnum verður skapt eitt forum fyri fakligum samskifti, samstarvi og íblástri um ymisk evni innan HR-økið.

Stigtakarar til felagið eru Alexandra á Dul, Anna Maria Ellingsgaard, Heidi Davidsen, Heri Kjærbo og Marjun Eystberg (væntar á myndini). Tað verða eisini hesi fimm, sum mynda fyrstu nevndina í felagnum. Nevndin hevur skipað seg við Alexandru á Dul sum forkvinnu, Onnu Mariu Ellingsgaard sum skrivara og Heidi Davidsen sum kassameistara. 

Á stovnandi aðalfundinum, har eini 28 fólk vóru møtt, høvdu eisini Siri Tórgarð, integratiónssamskipari hjá Tórshavnar kommunu, og Heri Kjærbo, HR-leiðari á ArtiCon, hvør sín fyrilestur um fjølbroytni og margfeldi á arbeiðsplássinum.

Næsta limatiltakið hjá felagnum verður kunnað út sum skjótast.

- Áhugafelagið HR í Føroyum 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder