Innanlands

HR í Føroyum fingið nýggja nevnd

Nevndin hevur skipað seg við Rannvá Justinussen sum forkvinnu og Alexandru á Dul sum næstforkvinnu

(Mynd: HR í Føroyum)

(Mynd: HR í Føroyum)

2026-02-21 20:12 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fríggjadagin 20. februar hevði HR í Føroyum, áhugafelagið hjá HR-fólki í Føroyum aðalfund á Hotel Brandan, har m.a. nevndarval var á skránni.

Tríggir nevndarlimir stóðu fyri vali - Bára Gásadal, Alexandra á Dul og Andras Thomassen.

Bára og Alexandra tóku við afturvali, meðan Andras valdi at takka fyri seg. Í hansara stað kom Rúna Mikkelsen í nevndina.

Nevndin hevur nú skipað seg soleiðis:

  • Rannvá Justinussen, forkvinna
  • Alexandra á Dul, næstforkvinna
  • Bára Gásadal, kassameistari og nevndarlimur
  • Hanna Nónstein, skrivari og nevndarlimur
  • Rasmus Nolsøe, nevndarlimur
  • Rúna Mikkelsen, nevndarlimur
  • Sonny Joensen, nevndarlimur
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder