Tað eru ikki øll, ið halda tað vera stuttligt við fýrverki á nýggjárinum. Tað vita flest øll, sum eiga kettu ella hund. Tá rakettirnar fyrst byrja at larma tíðliga nýggjársaftan, og summastaðni enntá fleiri dagar áðrenn, fjala flestu húsdjórini seg í ræðslu.
Í hesum sambandi heitir Djóraverndarfelagið á fólk, sum ætla sær at skjóta fýrverk á nýggjárinum, um at hugsa um djórini.
"Skjót fýrverkið so tætt uppat midnátt sum møguligt," skrivar Djóraverndarfelagið á Facebook.
Føroya Hundaførarafelag kemur eisini við einari áheitan á Facebook til hundaeigarar um at ansa serliga væl eftir hundinum um nýggjárið.
"Nú gamlaárskvøld er í hondum, heita vit á hundaeigarar um at ansa serliga væl eftir hundunum. Ikki lata teir verða einsamallar úti og havið teir í bandi, tá teir eru uttanfyri avhegnað øki. Sjálvt tann róligasti hundurin kann gerast kløkkur og rýma undan fýrverki," skrivar Føroya Hundaførarafelag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald