Innanlands

Hugskotið ‘Hey Breyð’ vann hugskotskappingina

Hugskotskappingin fevndi um hugskot til ein teknifilm, eina app e.l. á føroyskum, ið kann stimbra málmenningina hjá smábørnum

Elinborg Osvaldsdóttir, Marin Kamban, Julius Biskopstø, Hans Jacob Østerø, Ólavur Ellefsen frá vinnandi toyminum, umframt Gunvør Balle, forkvinna í mentamálanevndini og varaborgarstjóri

Elinborg Osvaldsdóttir, Marin Kamban, Julius Biskopstø, Hans Jacob Østerø, Ólavur Ellefsen frá vinnandi toyminum, umframt Gunvør Balle, forkvinna í mentamálanevndini og varaborgarstjóri

2018-07-06 11:24 Author image
Oda Strøm
placeholder

Børn byrja tíðliga at hyggja í sjónvarp og spæla á teldlum, men enn finst lítið og einki tilfar á føroyskum til henda málbólk.

Mentamálaráðið kunngjørdi fyrr í ár, at 2018 verður ár fyri málmenning hjá børnum, og Tórshavnar kommuna ynskti at stuðla undir hesum átaki við at lýsa eina hugskotskapping um at gera ein teknifilm, eina app ella telduspæl á føroyskum til tey minstu børnini (1-3 ár).

Nú er tað so greitt, at hugskotið "Hey Breyð" vann hugskotskappingina viðvíkjandi tøkni, ið kann stimbra máltøku og málmenning hjá smáum børnum. Tað er Sp/f Gaman við Ólavi Ellefsen, Julius Biskopstø, Jóhann Østerø, Hans Jacob Østerø, Elinborg Osvaldsdóttir og Marini Kamban, ið stendur aftanfyri hugskotið. 

Næstbesta hugskotið gjørdist "Krabbi og Pisa – á ferð í Havn" hjá Sissal M. Rasmussen og Árna Winther.

Ein dómsnevnd viðgjørdi innkomnu hugskotini og gjørdi innstilling, ið mentamálanevndin staðfesti. Í dómsnevndini vóru: 
Eydna Magnussen, varaskúlastjóri Eysturskúlin
Beinta Haraldsen, verkætlanarfólk, Klippfisk
Guðrun Eysturlíð, námsfrøðiligur ráðgevi, barna- og ungdómsdeildin
Lars Larsen Black, KT-leiðari, KT-deildin
David Andresen, tænastuveitari, KT-deildin
Ronni Poulsen, tænastuveitari, KT-deildin
Katrin Ellingsgaard, málsviðgeri, mentamáladeildin.

Vinnandi uppskotið fær kr. 30.000 og næstbesta uppskotið kr. 15.000.

Ætlanin er síðani, at Tórshavnar kommuna fer at kanna, um grundarlag er fyri at fara undir útinnan og gerð av hugskotinum saman við hugskotshavanum. Kommunan setur upp til kr. 100.000 av til at menna hugskotið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder