Leygardagin 31. januar byrjar vælumtókta mentanartiltakið Huldulitt, sum Visit Tórshavn skipar fyri. Í meira enn eina viku, til sunnudagin 8. februar, eru tiltøk og ljósinstallatiónir á skrá, sum venda sær til bæði vaksin og børn.
- Við Huldulitt verður varpað ljós á okkara ríka siðaarv, sagnir og mentan við huldusøgum, trøllum og álvaheiminum í miðdeplinum, og hetta gera vit við at hava ljósinstallatiónir og upplivingar fyri bæði børn og vaksin, sigur Siri S. Hansen, varastjóri á Visit Tórshavn.
Fleiri av teimum mest vitjaðu tiltøkunum í fjør eru aftur á skránni í ár, umframt nýggj spennandi tiltøk, grundað á stóra áhugan og eftirspurningin undanfarna ár:
- Plantasjan, ella Huldulundin, sum hon kallast hesa vikuna, varð sera væl vitjað í fjør, og fegnaðust fólk um lívið og ljósið í hesi myrku tíð, og hava vit lagt gamla kirkjugarðin á Svínaryggi aftur at prýddu økjunum í ár, sigur Siri.
Setanin av Huldulitt verður á Listasavni Føroya leygardagin 31. januar kl. 16, har Elsa Berg, borgarstjóri, ber fram røðu, Hjálmar Dam fer at siga eina søgn, og Lyon Hansen framførir tónleik. Aftan á setanina ber til at fara ein túr gjøgnum Huldulundina og hyggja at vøkru ljósinstallatiónunum og leita eftir huldufólkum, og síðan ganga oman til Steinatún, har eitt animerað listaverk eftir Elinborg Lützen verður avdúkað klokkan 17.30, meðan FRUM fer at framføra. Eisini fer listamaðurin, Bárður Jákupsson, at siga nøkur orð.
Sí myndirnar tá høvuðsstaðurin var hulduligur í fjør
Alla vikuna verða ymisk tiltøk og serlig huldulig tilboð frá handlum, matstovum og hotellum á skránni. Leygardagin 7. februar hava handlarnir longur opið, og sunnudagin 8. februar endar Huldulitt við eini Huldurekkjukoyring á súkklu.
- Tað er nevnliga allur býurin, ið ger seg til reiðar at siga farvæl við myrkrið og taka ímóti ljósari tíðum. Og øll kunnu vera við. Eitt nú kunnu stovnar og skúlar skapa ymiskt til Huldulandið í viðarlundini, og verður tað sýnt fram alla vikuna. Øll kunnu skipa fyri tiltøkum, sum kunnu vera við til at kveikja áhugan fyri okkara sagnum. Tað er bert hugflogið, sum setir mørk! sigur Siri Hansen.
Meira kunning er at finna á heimasíðuni hjá visittorshavn.fo/huldulitt og á Facebook síðuni hjá Visit Tórshavn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald