Leygarmorgunin klokkan 10 fekk løgreglan eina fráboðan um, at tveir hundar gingu leysir í høvuðsstaðarøkinum, og at teir høvdu lagt á seyð, sum gekk inni á eini trøð.
Hundarnir høvdu dripið ein seyð, og tríggir aðrir høvdu fingið so stóran skaða, at teir máttu avlívast.
Løtu seinni varð boðað frá, at somu hundar høvdu lagt á fýra gæs. Gæsnar høvdu fingið so stóran skaða, at eisini tær máttu avlívast.
Løgreglan fann fram til eigaran av hundunum, sum greiddi frá, at hundarnir vóru rýmdir úr túninum tíðliga um morgunin.
Hundaeigarin er skuldsettur fyri brot á hundalógina. Hann kann vænta sær eina bót og endurgjaldskrav frá eigarunum av gæsnum og seyðunum, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn, sum leggur afturat, at hundarnir vórðu ikki avlívaðir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald