Mentan

Hundrað ár síðan KFUK í Havn varð stovnað

Haldið byrjar við stovukonsert mikukvøldið

Jona Henriksen, KFUK-skrivari, var í mong ár ímyndin av KFUK í Havn (Mynd: in.fo)

Jona Henriksen, KFUK-skrivari, var í mong ár ímyndin av KFUK í Havn (Mynd: in.fo)

2022-04-19 07:01 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í summar fyllir KFUK í Havn 100 ár, og í tí sambandi verður skipað fyri nøkrum stovukonsertum í KFUK í  Varðagøtu.

Tann fyrsta verður við Heina Lützen nú mikukvøldið 20. apríl kl. 20. Á konsertini fer Heini at syngja sangir og sálmar, og hann fer eisini at hugleiða um leiklutin hjá hjúnunum Ellen og Waldemar Lützen, tá enska borgin við Varðagøtu varð keypt til KFUK. Eisini verður drekkamunnur og øll eru hjartaliga vælkomin til konsertina.

Tað vóru Henrietta Hansen og aðrar ungar kvinnur, sum fyri hundrað árum síðani tóku seg saman at stovna KFUK, Kristiligt Felag fyri Ungar Kvinnur. Henrietta vaks upp í Vági og hon hevur sjálv greitt frá, at hennara andaligi uppvøkstur har suðuri leiddi hana til at grundleggja KFUK í Havn, har hon eisini var skrivari tey fyrstu mongu árini. Aðrar ungar kvinnur kring landið tóku væl undir við hugskotinum hjá Henriettu, og 29. juni í 1922 varð KFUK stovnað. Felagið ognaði sær beinanvegin snotiligu húsini í Varðagøtu, sum upprunaliga vóru brekst konsulát í Føroyum.

Í hundrað ár eru fólk komin saman í hugnaligu hølunum í KFUK í Varðagøtu til ymisk kristilig tiltøk. Ein týðandi partur av virkseminum í húsinum hevur eisini verið og er skótaarbeiðið.

Havnar KFUK-skótar vórðu stovnaðir 9. mai í 1928, og teir húsast framvegis í kjallarahæddini Í KFUK.

Eftir Henriettu Hansen var Jona Henriksen ímyndin av KFUK í Havn í mong ár. Hon var skrivari í meira enn 30 ár. Seinastu árini hevur Louisa Niclasen Hansen verið KFUK-skrivari.

Umframt stovukonsertirnar er ætlanin at gera nógv burtur úr á sjálvum 100 ára degnum hjá KFUK, sum er mikudagin 29. juni.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder