Hunter Biden, sonur amerikanska forsetan Joe Biden, hevur játtað seg sekan í at hava brotið skattalógina.
54 ára gamli Hunter Biden er ákærdur fyri ikki at hava goldið skatt árini 2016 - 2019. Málið snýr seg um 1,4 milliardir dollarar, sum svarar til 9,4 milliónir í okkara krónum, skrivar Ritzau.
Dómur verður sagdur 16. desember, og kann Hunter Biden fáa upp í 17 ára fongsul umframt eina bót á upp í 450.000 dollarar, ein upphædd, sum svarar góðar tríggjar milliónir krónur.
Í juni varð Hunter Biden eisini funnin sekur í einum øðrum máli, sum snúði seg um brot á vápnalógina. Hann varð m.a. skuldsettur fyri at hava logið um rúsevnismisnýtslu, tá hann keypti ein revolvara í 2018. Hann noktaði seg tó sekan og kærdi avgerðina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald