Innanlands

Hús brend í grund á Borðoynni

Tyrlan varð boðsend klokkan 02 í nátt

(Mynd: Jn.fo)

(Mynd: Jn.fo)

2018-06-25 07:55 Author image
Oda Strøm
placeholder

Eini hús brendu í grund á Borðoynni í nátt.

Talan er um eini hús í Bjargamansdali syðst á Borðoynni sambært Kringvarpinum.

Umleið klokkan 02 í nátt varð tyrlan boðsend, og Klaksvíkar Sløkkilið fór at sløkkja eldin.

Løgreglan sigur seg kunna staðfesta nú, at eingin mansskaði var. Fólk høvdu verið í húsunum bæði fríggjadag og leygardag, men enn ber ikki til at siga, hví eldurin kyknaði í húsunum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder