Innanlands

Húsarhald velja realkreditlán frá

Útlánini frá donsku realkredittstovnunum til føroyingar eru minkaði hetta seinasta árið, meðan føroysku bankarnir hava økt útlánini til húsarhaldini

2023-05-26 16:16 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Útlánini frá donsku realkredittstovnunum til føroyingar eru minkaði við góðum 100 mió. kr. hetta seinasta árið; í mars 2022 vóru tey 3,9 mia. kr. tilsamans og í mars 2023 vóru tey 3,8 mia. kr. Hetta skrivar Landsbankin á heimasíðuni.

Samstundis er útlánini frá føroysku bankunum til húsarhald vaksin við góðum 700 mió. kr., frá at vera 8,9 mia. kr. í mars 2022 til 9,6 mia. kr. í mars 2023.

Ein orsøk kann vera, at føroysku húsarhaldini velja føroysk bústaðarlán framum donsk realkredittlán, nú ið rentan á fastrentaðum realkredittlánum er økt nógv í 2022. Útlánsvøksturin var 7,1 prosent hjá føroysku bankunum til húsarhaldini í mars 2023 roknað sum eitt 3 mánaðar miðaltal í mun til sama tíðarskeið árið fyri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder