2020-01-12 16:43
Stórar plakatir við hvalamótmælim eru at síggja í hondbóltshøllini, har dysturin millum Føroyar og Luksemburg júst er farin í gongd.
Beint sum dysturin skuldi byrja, vóru nøkur ungfólk, sum breiddu stórar plakatir út. ”Stop whailing – play handball”, ”Stop whale killing” ljóða nøkur av boðunum.
Tað tók nakrar minuttir áðrenn fólkini sum hava ábyrgdina av dystinum sóu plakatirnar. Tey hava tosað við mótmælisfólkini, men enn – nú 7 minuttir eru farnir – er tað ikki eydnast at fáa plakatirnar burtur.
Tá umleið 11 minuttir vóru plakatirnar tiknar burtur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald