Leygardagin tann 16. juni letur Tjóðsavnið aftur upp á Hvalastøðini við Áir.
Hvalastøðin við Áir er ein týðandi og einstakur ídnaðararvur í Føroyum. Tað var norsk-skotska fyritøkan Christian Salvesen í Leith í Skotlandi, sum byrjaði virksemið við Áir í 1905.
Verkætlanin at varðveita hvalastøðina við Áir hevur verið í gongd síðan 2011. Og til ber nú hjá almenninginum at síggja støðina.
Húsini og bygningarnir standa sum varðar frá einari farnari tíð. Ein framsýning um hval og hvalaveiðu er eisini at síggja inn á støðini.
Opið er hvønn leygardag og sunnudag frá 10-17. Byrjað verður leygardagin tann 16. juni. Opið er til 15. august. Rundvísing verður tríggjar ferðir um dagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald