Innanlands

Hvalbiar kommuna bøtt um trygdina á stovnum

Dagstovnurin Brosið og Hvalbiar skúli hava fingið nútímans roykvarnaraskipan

2019-03-07 17:30 Author image
Ari av Rana
placeholder

Dagstovnurin Brosið og Hvalbiar skúli hava fingið eina nútímans roykvarnaraskipan. Skipanin bleiv sett upp og royndarkoyrd í Brosinum í  fjør og royndist hon sera væl. Nú er skipanin eisini sett upp í Hvalbiar skúla.

Roykvarnararnar eru keyptir frá Gummibátatænastuni. Teir brúka eitt litium battarí og heldur hetta í 10 ár. Hesir eru ímillum teir bestu, sum eru á marknaðinum í dag.  
Tað er Trivnaðarnevndin, húsavørðurin Eyðstein Jacobsen og skúlatænarin Claus Olsen, sum hava arbeitt við at fáa skipanina.
 
Roykvarnararnir hava eina framkomna sms skipan. Eina ferð um vikuna fáa Claus Olsen og Eyðstein Jacobsen eitt sms, sum vísir á, at skipanin riggar sum hon skal. Skipanin sendir eisini eitt sms út til viðkomandi persónar, sum eru knýttir at skipanini, um eldur skuldi komið í.
 
Eisini verður ein hjartastartari settur upp uttan fyri Brosið. Hjartastartarir eru sostatt at finna ymsastaðni í sóknini. Eitt yvirlit yvir hesar er at finna á leinkjuni HER.
 
Eir J. Norðberg, forkvinna í Trivnaðarnevndini fegnast um, at  Hvalbiar skúli og Brosið hava hesa skipan, sum tryggjar at okkara børn og vaksnu hava tryggar umstøður. 
 
” Tað er sera umráðandi, at vit hava eina trygga og nútímans ávaringaskipan á okkara stovnum. Serliga har sum nógv børn og vaksin hava sína dagligu gongd” sigur Eir.
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder