Seinastu tíðina hevur Trivnaðarnevndin í Hvalbiar kommunu verið í einari tilgongd við at skapa betri karmar fyri frítíðarvirksemi og trivnað hjá borgarum í sóknini.
Kommunan gjørdist í november partur av verkætlanini "ABC fyri sárligari heilsu", og kommunan hevur sett Maud Egholm Joensen sum ABC-samskipara.
Avgjørt er tí, at Roynhøllin verður opin gerandisdagar millum klokkan 8 og 22 til frítíðarvirksemi, tá Bóltfelagið Royn ikki nýtir hølina til teirra virksemi.
– Gongd er komið á ymisk rørslutiltøk, so sum heilsufótbólt og borðtennis. Í somu tilgongd, er arbeitt við at tryggja at ymiskir aktivitetir kunnu vera í høllini, har m.a. málningurin fær eitt trygdarnet, so skaði ikki kemur á hendan, tá bóltspæl v.m verður leikt. Nýggj klokka er fingin til vega. Eisini verður tilvikaður ein amboðskassi til t.d. innandurabóltar, keylir, ketsjarar, hockystavar v.m. at liggja í, ið kann nýtast til innanduraaktivitetir, skrivar Hvalbiar kommuna.
Les meira her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald