Innanlands

Hvalbiartunnilin: Sáttmálin undirskrivaður

Farið verður undir arbeiðið beinanvegin, sigur stjórin í Articon

Frá vinstru Árant Andriasarson, stjóri á Landsverki, Heðin Mortensen, landsstýrismaður, og Jón Sigurdsson, stjóri á Articon

Frá vinstru Árant Andriasarson, stjóri á Landsverki, Heðin Mortensen, landsstýrismaður, og Jón Sigurdsson, stjóri á Articon

2019-03-14 10:19 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Fyrrapartin skrivaðu Landsverk og Articon undir arbeiðstakarasáttmála um arbeiðið at gera nýggja Hvalbiartunnilin. Sostatt er tað skjótt klárt at fara undir nýggju farleiðina til Hvalbiar, ið fevnir um bæði tunnil og vegagerð.

Tað vóru virkandi stjórin á Landsverki, Árant Andriasson, og Jón Sigurdsson, stjóri á Articon, sum skrivaðu undir arbeiðstakarasáttmála um gerð av tunli og tilkoyringarvegum. Eisini vóru Heðin Mortensen, landsstýrismaður við samferðslumálum, suðuroyar-politikkararnir Kristin Michelsen og Bjarni Hammer og Poul Michelsen, uttanríkis- og vinnumálaráðharri til staðar, tá undirskrivað var.

Trý feløg vóru undangóðkend at bjóða upp á hesa verkætlan, og lægsta tilboðið átti Articon, sum vil gera nýggju farleiðina millum Hvalba og Trongisvág fyri stívar 236 milliónir krónur. Tekniskur ráðgevi er Landsbyggifelagið. Hinar fyritøkurnar, sum vóru undangóðkendar, vóru J&K Petersen og NCC.

Kunnandi fundur um nýggju farleiðina til Hvalbiar var í Salt sunnudagin, har Landsverk greiddi frá tilmældu linjuføringini og eisini nýtti høvið at lýsa fyrimunir og vansar við alternativu linjuføringini.

Avgerð er nú tikin um at halda fast í tilmældu linjuføringini, ið kommunurnar og Landsverk leingi hava arbeitt við. Onkrar tillagingar verða møguliga gjørdar, soleiðis at hædd verður tikin fyri teimum viðmerkingum um veður og vind, sum staðkend eru komin við.

Nýggi tunnilin verður sostatt framvegis gjørdur frá undir Gjánhomrum í Trongisvági til Niðastabotn í Hvalba, og landsvegir verða gjørdir frá tunnilsmunnanum trongisvágsmegin til verandi landsveg í Trongisvági og frá tunnilsmunnanum hvalbiarmegin til Nesveg, tætt við brúnna um Kjógvavatn. Sambært stjóranum í Articon, Jón Sigurdsson byrjar arbeiðið beinanvegin.

Fakta um nýggjan Hvalbiartunnil
Tunnilslongdin verður 2,5 kilometrar, tilkoyringarvegurin trongisvágsmegin 900 metrar, og hvalbiarmegin 2,3 kilometrar. Samlaði kostnaðurin er sambært verklagslógini 272 milliónir krónur. Umframt arbeiðstakaraútreiðslur fevnir samlaða játtanin eisini um prosjektering, prosjektleiðslu, ráðgeving, eftirlit, el-arbeiðstøku og annað.

Verandi Hvalbiartunnilin, sum var tikin í nýtslu í 1963, er elsti tunnil í Føroyum. Nakrar dagføringar eru gjørdar, men tunnilin er lágur og einbreytaður. Bæði tunnil og vegur liggja høgt, eins og vegurin eru smalur og í brattara lagi. Tunnilin lýkur ikki dagsins krøv til trygd, dygd og ferðslu, eins og farleiðin er ein forðing fyri vinnumenning og útbyggingum í bygdunum norðan fyri tunnilin.

Tíðindaskriv frá Landsverk

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder