2018-09-12 22:50
![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Teir fýra grindahvalirnir, sum vórðu merktir í Bø 5. september flyta seg suðureftir, og er nakað vestan fyri Skotland.
Á heimasíðuni hjá Tjóðsavninum ber til at fylgja við hvalunum, og har sæst at teir fyrst fóru vestur eftir og vestur um Mykines, men skiftu síðani kós suðureftir.
Tá grindin varð funnin 5. september, og menn sóu, at talan var um nakrar heilt fáar hvalir, varð avgerð tikin um at merkja nakrar teirra. Restin varð rikin útaftur.
(Trýst á myndina fyri at síggja hana størri)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald