Innanlands

Hvannasunds kommuna fær nýggjan borgarstjóra

Irdi Jacobsen hevur biðið um at verða loyst úr starvi. Ingrid Petersen verður borgarstjóri tað sum er eftir av valskeiðnum

2019-06-24 23:33 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Bygdaráðið í Hvannasunds kommunu hevur í kvøld samtykt at ganga umbøn frá Irdi Jacobsen, borgarstjóra, um at verða loyst úr starvinum, á møti.

Samstundis hevur bygdaráðið samtykt, at Ingrid Petersen verður borgarstjóri tað sum eftir er av valskeiðnum.

Ingrid er 46 ára gomul og búsitandi í Norðdepli. Hon er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur og hevur master í útbúgving og læring.

Hon tekur við starvinum 1 august 2019.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder